Forfatterarkiv: Aimi Justinussen

Tørvskanning fyri systkinaskeiðum

Góðu limir!

Autismufelagið hevur ætlanir um at skipa fyri systkinaskeiðum fyri systkjum at fólki við autismu.

Í hesum sambandi er neyðugt, at vit kenna tørvin.

Felagið heitir á tykkum limir um at geva felagnum afturmelding um tørvin á hesum skeiðum.

Tað, ið okkum tørvar at vita er tal, aldur og kyn á systkjum, sum tit meta vildu havt gagn av systkinaskeiði.

Vinarliga sendið okkum afturmelding á tilmelding@autisma.fo, í seinasta lagi 6. apríl kl 12.

Vinarliga

Nevndin

 

 

Vælkomin á heimasíðuna hjá Autismufelagnum.

Hevur tú, ella onkur, ið tú varar av, fingið staðfest autismu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Autismufelagið er áhugafelagið hjá teimum, sum hava autismu, á einhvønn hátt vara av fólki, ið bera brekið autisma, ella hava einhvønn áhuga fyri autismu, og ynskja at stuðla felagnum.

Ynskir tú at gerast limur, verður hetta gjørt við skráseting á hesum leinki. Árliga limagjaldið er 350 kr. Øll eru vælkomin at gerast limir.

Endamálið við Autismufelagnum er:
- At upplýsa um autismu og teir trupulleikar, ið brekið viðførir.
- At umboða fólk við autismu mótvegis samfelagnum og stovnum.
- At virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg.
- At fylgja við gransking og viðgerð.
- At skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu