Morgunmatur fyri foreldur, leygarmorgunin 5. mai kl 10.00 í MBF húsinum

Leygarmorgunin 5. mai. kl 10.00 verður felags morgunmatur fyri foreldur í Autismufelagnum.

Hetta plagar at vera ein hugnalig løta, og eitt gott høvi at hitta og deila royndir við onnur foreldur. Eisini verður møguleiki at hitta nevndina í felagnum. Vit í nevndini ynskja at hoyra, hvat rørir seg millum okkara limir.

Vinarliga boða frá luttøku á autisma@autisma.fo, í seinasta lagi hósdagin 3. mai 2017, kl 12.00.

Vinarliga,

Nevndin í Autismufelagnum.

Um onkur er, sum hevur hug at luttaka, men enn ikki er limur í felagnum, kunnu tit melda tykkum inn í felagið á leinkjuni niðanfyri:
http://www.autismeforening.dk/indmeld2.aspx?aid=&u=388&sid=388&linkId=5

Tørvskanning fyri systkinaskeiðum

Góðu limir!

Autismufelagið hevur ætlanir um at skipa fyri systkinaskeiðum fyri systkjum at fólki við autismu.

Í hesum sambandi er neyðugt, at vit kenna tørvin.

Felagið heitir á tykkum limir um at geva felagnum afturmelding um tørvin á hesum skeiðum.

Tað, ið okkum tørvar at vita er tal, aldur og kyn á systkjum, sum tit meta vildu havt gagn av systkinaskeiði.

Vinarliga sendið okkum afturmelding á tilmelding@autisma.fo, í seinasta lagi 6. apríl kl 12.

Vinarliga

Nevndin

 

 

Vælkomin á heimasíðuna hjá Autismufelagnum.

Hevur tú, ella onkur, ið tú varar av, fingið staðfest autismu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Autismufelagið er áhugafelagið hjá teimum, sum hava autismu, á einhvønn hátt vara av fólki, ið bera brekið autisma, ella hava einhvønn áhuga fyri autismu, og ynskja at stuðla felagnum.

Ynskir tú at gerast limur, verður hetta gjørt við skráseting á hesum leinki. Árliga limagjaldið er 350 kr. Øll eru vælkomin at gerast limir.

Endamálið við Autismufelagnum er:
- At upplýsa um autismu og teir trupulleikar, ið brekið viðførir.
- At umboða fólk við autismu mótvegis samfelagnum og stovnum.
- At virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg.
- At fylgja við gransking og viðgerð.
- At skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu